Liðið hjá John Frederiksen er næstaftast

Hørður H. Askham slapp ikki upp í part hjá Roskilde í dag

Mynd av Andrassi Johansen hjá Fremad Amager og John Frederiksen hjá Brabrand

Tað eru tríggir føroyingar, ið spæla í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, allir við A-landsliðsroyndum.

 

John Frederiksen var ígjár við frá dystarbyrjan, tá lið hansara Brabrand á útivølli tapti 2-3 fyri Skive. Skive var á odda 3-0 áðrenn tað seinastu løtuna eydnaðist Markus Bay og Rasmus Juul Pedersen at minka um munin fyri Brabrand.

 

Brabrand er næstaftast í deildini við fimm stigum fyri átta dystir. 

 

Hørður H. Askham slapp ikki á vøllin, tá lið hansara, FC Roskilde á útivølli í dag leikti javnleik 0-0 móti oddaliðnum, Thisted.

 

Roskilde er fjórðfremst í deildini við 14 stigum fyri átta dystir. Thisted er fremst við 18 stigum. 

 

Andrass Johansen slapp fríggjakvøldið á vøllin í 76. minutti, tá Fremad Amager vann ein týdningarmiklan 2-1 sigur á Vendsyssel FF á leikvøllinum í Sundby. Níggju minuttir aftaná Andrass var komin á vøllin skoraði Christoffer Boateng sigursmálið hjá Fremad. Vendsyssel var á odda 1-0 í steðginum. Mads Hoyer Julo javnaði til 1-1 í 65. minutti. 

 

Fremad er nummar átta í deildini við níggju stigum fyri átta dystir. Fremad hevur trý stig upp til týðandi sætta plássið, har AB hevur 12 stig. 

 

Mynd av Andrassi Johansen hjá Fremad Amager og John Frederiksen hjá Brabrand