Elias Ellefsen á Skipagøtu er í stórformi. Í dag skoraði Elias átta mál, og hann legði eisini upp til sjey mál (assist), tá THW Kiel á útivølli í málríkum dysti vann 41-34 á Leipzig í týsku bundesliguni. Í steðginum var Kiel frammanfyri 23-18.
THW Kiel hevur fullan pott, 10 stig fyri fimm dystir.
HER ber til frá Dyn Handball at síggja ein samandrátt frá sigrinum hjá THW Kiel á Leipzig. Umframt mál hjá Eliasi, so sæst ein ótrúlig fríspæling hjá Eliasi við 2:40 minuttir:
##med2##