Glasbingjurnar tømdar fyrstu ferð

Royndarverkætlanin við skiljistøðum av glasi og metali í Tórshavnar kommunu hevur higartil gingið væl.

 

Skiljistøðirnar komu upp miðjan juli og hava sostatt verið í nýtslu í tveir mánaðir. Allar glasbingjurnar eru nú tømdar eina ferð, og glasið sær út til at vera væl skilt. Glasbingjurnar fyllast skjótari enn metalbingjurnar, so væntandi verða metalbingjurnar tømdar um 2-3 vikur, skrivar torshavn.fo.

 

 

 

Um royndarverkætlanina

 

Skiljistøðir til metal og glas eru settar upp í átta grannaløgum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvør loysn riggar best at brúka frameftir, tá ið húskir skulu skilja metal og glas. Í royndarverkætlanini verða tvey sløg av spannum brúktar: Plastspannir, ið kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og spannir úr rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.

 

Les meira her

 

##med2##

 

 

 

Glasbingjurnar fyllast skjótari enn metalbingjurnar