Liðið hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax endaði næstfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og skal tí í næstum spæla dystir um uppflyting til bestu deildina.
Ajax endaði í dag grundspælið við at vinna á útivølli 31-27 á liðnum hjá Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-15.
Rannvá skoraði fýra mál fyri heimaliðið. Vár skoraði tvey og Elsa skoraði eitt mál fyri útiliðið.
Ajax endaði við 34 stigum á næstfremsta plássinum. Holstebro vann deildina við 38 stigum, og tær flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Ejstrup/Hærvejen endaði á einum áttanda plássi við 17 stigum.
Brynhild Pálsdóttir var toppskjútti við fimm málum, og Marianna G. Eystberg var næstbesti málskjúttin við fýra málum, tá Ydun á heimavølli segði farvæl við næstbestu deildina við at tapa 23-26 (12-13) fyri Roskilde.
Ydun endaði næstaftast í deildini við 12 stigum. Ydun tapti seks teir seinastu dystirnar, og tað kostaði á stigatalvuni.











