Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg til hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann Valur á útivølli 32-28 á HK í seinnu fjórðingsfinaluni. Í steðginum var Valur á odda 14-13. Valur vann fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 42-38, og eru valsmenn sostatt klárir at tørna til í hálvfinalunum.
Bjarni skoraði fýra mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál (assist). Allan skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding aðru/seinnu fjórðingsfinaluna móti Haukum á heimavølli í Mosfellsbær. Haukar vunnu fyrru fjórðingsfinaluna. Tí má Afturelding vinna fyri ikki at detta úr kappingini. Vinnur Afturelding verður triðja og avgerandi fjórðingsfinalan leikt á heimavøllinum hjá Haukum.
Klokkan 20.30 spæla Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram á heimavølli aðru/seinnu fjórðingsfinaluna móti FH. Fram mugu eisini vinna fyri at fáa møguleikan at spæla triðju og avgerandi fjórðingsfinaluna á Hafnarfirði.











