Statsákærin í statinum Utah í USA krevur deyðarevsing fyri fyri mistonkta gerningsmannin aftan fyri drápið á Charlie Kirk.
Tað upplýsti ákærin, Jeff Gray, á tíðindafundi í dag.
Her stendur eisini, at mistonkti gerningsmaðurin Tyler Robinson er ákærdur fyri millum annað fyri tilætlað morð og vitnismanipulering.
Sambært tíðindastovuni Reuters leggur ákærin dent á, at Robinson bað kamarsfelagan um at strika boð, sum kundu avdúka hann.
Í ákæruni móti Robinson endurgevur ákærin sambært amerikanska blaðnum The New York Times eitt sms-skifti millum mistonkta gerningsmannin og kamarsfelagan.
Sambært ákæranum viðgongur Robinson skottilburðin í samskiftinum.
– Eg havi fingið nokk av hatri hansara, skal Robinson hava skrivað til sín kamarsfelaga, vísandi til Charlie Kirk.
Robinson sigur eisini í einum av boðunum, at síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, varð afturvaldur sum forseti, hevur pápi hansara verið "ein rættiliga hartkókaður MAGA-stuðul".
MAGA stendur fyri Make America Great Again og hevur leingi verið eitt kent slagorð hjá Trump.
Sambært ákæruritinum sigur mamman hjá mistonkta gerningsmanninum, at seinasta árið var Robinson - ólíkt pápa sínum - vorðin meira vinstravendur og fokuseraði á rættindi hjá transkyndum og samkyndum.
Robinson er skuldsettur fyri sjey ákærur tilsamans, sambært CNN.
Talan er millum annað um tilætlað morð, tvær ákærur um at forða fyri kanningini, ólógliga at hava skotið við skotvápni, sum elvdi til likamligan skaða, tvær ákærur um at snýta vitni og at fremja harðligt brotsverk nærhendis einum barni.
31 ára gamli høgravendi aktivisturin Charlie Kirk varð skotin undir einum kjaki í Utah mikudagin í síðstu viku.
Vitni hava sagt við fleiri amerikanskar miðlar, at hann varð skotin í hálsin, og síðani datt hann afturá.
Tað sama varð víst í videobrotum, sum fóru í umfar á netinum.
Hann varð beinanvegin fluttur á sjúkrahúsið í Timpanogos, har hann varð staðfestur deyður.
22 ára gamli Tyler Robinson varð handtikin seinnapartin fríggjadagin danska tíð. Hann varð týsdagin formliga skuldsettur í málinum.
/Ritzau/