GOG: Óli verður úti í tvær til tríggjar vikur

GOG spælir dyst í Champions League í morgin

Mynd: Ritzau Scanpix

Í morgin klokkan 17.45 spælir GOG móti ungarska liðnum, Szeged í heimadysti í Champions League.

 

Men tað verður uttan føroyska landsliðsleikaran, Óla Mittún. 

 

GOG hevur fyrr í dag boðað frá, at Óli verður uttanfyri í tvær til tríggjar vikur, orsaka av skaðanum hann fekk, tá Felix Møller "klipti" hann í einari gjøgnumbrotsroynd hjá Óla. 

 

Felix Møller fekk beinleiðis reytt fyri alt ov harðligt spæl. Felix og Óli eru gamlir liðfelagar frá tíðini hjá Óla í Sävehof. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix