Áki er á vikuliðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Áki D. Samuelsen bæði skoraði og legði upp til mál

Góða gongdin hjá Áka D. Samuelsen í Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini heldur fram.

 

Leygardagin skoraði Áki uppá eitt brotsspark hann vann liðnum, og hann legði eisini upp til eitt mál hjá Seydina Diop, tá Ranheim á heimavølli vann stórsigur 5-2 á Åsane. Í steðginum var Ranheim á odda 2-1. Áki legði upp til 3-1 málið hjá Ranheim, og økti sjálvur til 4-1.

 

Áki hevur í 20 dystum fyri Ranheim skorað sjey mál, og hann hevur lagt upp til fimm mál.

 

Áki hevur eisini gjørt tað framúr á føroyska U21-landsliðnum við tveimum málum og uppleggi til mál í trimum teimum fyrstu dystunum, ið Føroyar hava vunnið á Estlandi, Íslandi og Luksemborg. 

 

Fyri góða avrikið móti Åsane er Áki valdur á vikuliðið hjá OBOS-liguni:

 

##med2##

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Åsane 5-2 (2-1), har Áki bæði skoraði og legði upp til mál:

 

##med3##