Trygdartænastan í Póllandi hevur "neutraliserað" eina dronu, sum var yvir pólskum stjórnarbygningum.
Tað skrivaði forsætisráðharrin í landinum, Donald Tusk, í einum uppslagi á X í dag.
Hann upplýsti eisini, at tveir hvítarussiskir ríkisborgarar eru handtiknir, og at løgreglan kannar hendingina.
/Ritzau/