Jagaraflogfør hjá bretsku verjuni skulu luttaka í Nato-átakinum, sum hevur fingið heitið "Eastern Sentry", teir næstu dagarnar.
Átakið er í Póllandi.
Tað siga bretsku myndugleikarnir í dag sambært tíðindastovunum, Reuters og AFP.
Nato kunngjørdi "Eastern Sentry" - ella eystara vaktpostin - fyri seinasta vikuskiftið, eftir at fleiri russiskar dronur komu inn í pólskt loftrúm.
Bretsku jagaraflogførini skulu verja pólskt loftrúmi móti hóttanum - eisini frá dronum.
Danmark, Frakland og Týskland luttaka eisini í átakinum fyri at styrka eystara partin av Nato-verjusamgonguni.
Á hinari síðuni hevur Russland sagt, at landið ikki við vilja hevur sent dronur inn í pólskt loftrúm, og at ætlanin ikki hevur verið at provokera.