Nýggi fíggjarmálaráðharrin, Aksel V. Johannesen, ljóðaði ikki serliga heitur fyri formanstjansinum í Javnaðarflokkinum, tá hann vitjaði í Rásarúminum seinnapartin. Stóri politiski spurningurin í løtuni er, hvør skal taka arvin upp eftir Jóannes Eidesgaard sum formaður fyri Javnaðarflokkin.
Higartil hevur verið mett, at Aksel V. Johannesen hevur verið sjálvsagdi trónfylgjarin, eftirsum hann er settur á tyngsta landsstýrissessin, men sjálvur sáar hann nú iva um hetta.
Í tíðindunum á Rás2 klokkan 17 virkaði hann ikki sannførandi, tá hann varð spurdur um formanssessin. Spurningurin er so bara, um talan er um eina roynd at niðurtala komandi formansvalið.
Aksel vísti á, at hann er óroyndur í politikki. Hann visti ikki, um hann er førur fyri at vera landsstýrismaður í fíggjarmálum og brynja ein flokk, sum missir undirtøku í hvørjum, til eitt løgtingsval í senn, umframt at hann er pápi at smáum børnum.
- Men verður tað heitt á meg, so hugsi eg sjálvsagt um tað, og spurningurin verður eisini viðgjørdur í flokkinum, segði Aksel V. Johannesen.
Nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannesen, hevur annars verið hildin at verið krúnprinsurin í Javnaðarflokkinum, men eftir, at floksleiðslan hevur sett Aksel V. Johannesen í týdningarmniklasta landsstýrissessin, hevur fingið politiskar eygleiðarar at meta, at tað bendir á, at hann verður nýggi formaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Politiski serfrøðingurin og blaðstjóri á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, virkar sannførdur um, at hetta verður endin, men Aksel V. Johannesen virkaði eit sindur lunkin í tíðindunum á Rás2 seinnapartin.