Alfred fer nú eisini at lýsa á in.fo

»Alfred« fer nú at bjóða kundum sínum fleiri pallar at lýsa á og hevur valt in.fo sum er ein tann ein sjónligasti miðilin í Føroyum, sigur Allan Dalsgarð.

 

Við søguliga lágum arbeiðsloysi og methøgum tali av leysum størvum er tað ein størri avbjóðing enn nakrantíð hjá føroyskum arbeiðsgevarum at fáa tær bestu starvsumsóknirnar til størv teirra. Tað krevur tí nýhugsan, um arbeiðsgevarar ynskja at gera seg spennandi hjá umsøkjarum og tí verður nú møguligt at lýsa á in.fo á síðuni hjá Alfred.

– Við hesum bjóða vit kundum okkara tað besta frá báðum pørtum, framkomnu tænastuna hjá Alfred og nógvu lesararnar hjá in.fo, og gera tað sostatt enn effektivari at lýsa við størvum á Alfred skipanini, sigur Allan Dalsgarð.

– Vit hava í 10 ár bjóðað arbeiðsgevarum møguleikan at lýsa við teirra størvum á forsíðuni, sum er sjónlig fyri øll vitjandi á in.fo - in.fo er millum mest lisnu føroysku tíðindasíðurnar og er sostatt ein góður møguleiki at røkka møguligum umsøkjarum. Og her verður einki broytt, og lýsarar kunnu seta seg í samband við okkum á sama hátt sum áður. Tað hevur stóran týdning, at arbeiðsgevarar kunnu lýsa við sínum starvslýsingum, á einum palli sum in.fo, ið røkkur út til allar føroyingar, sigur Durita Adela Joensen, søluleiðari á in.fo.

Allan Dalsgarð greiðir frá, at Alfred er ein nýggjur og framkomin máti hjá føroyskum arbeiðsgevarum at røkka starvssøkjandi við viðkomandi størvum. Alfred hevur fleiri enn 5.500 brúkarar og útvið 300 arbeiðspláss brúka longu Alfred til teirra starvslýsingar. Harumframt er Alfred ein fullfíggjað og ókeypis setanarskipan, har arbeiðsgevarar kunnu móttaka og viðgera umsóknir.

– Hetta merkir, at Alfred nú fer at bjóða kundum sínum fleiri valmøguleikar og at keypa lýsingapláss á in.fo beinleiðis í Alfred skipanini og sostatt avgreiða alt frá lýsing til setan á einum stað, sigur Allan Dalsgarð, stjóri í Alfred.