Alivinnan heldur andanum

Stóra norska alifyritøkan Pan Fish liggur í andaleypi, og vandi er fyri, at ringarnir í sjónum breiða seg til føroysku alivinnuna. Stjórin í Vestsalmon og Vestlax er í bíðistøðu, og hann torir onki at siga um møguligar avleiðing fyri størstu føroysku alifyritøkuna

ALIVINNA

Partar av føroysku alivinnuni halda andanum í hesum døgum.
Verður Pan Fish avreitt, fóðrað ella bløðgað, eru spurningar, sum fáa stóra ávirkan á eitt nú Vestlax, sum Pan Fish hevur nógv áhugamál í.
Í løtuni eru tað norsku bankarnir, sum halda lív í Pan Fish. Fyritøkan skyldar fimm milliardir norskar krónur og hevur ongan møguleika at gjalda skuldina aftur.
Roknað verður við, at norsku bankarnir eru um at yvirtaka meginpartin av Pan Fish. Í løtuni er líkt til, at ein partur av skuldini, meira enn ein milliard, verður løgd um til partabrøv, og tað merkir, at verandi partaeigarar einans sita eftir við millum 5 og 8 prosentum av partabrøvunum. Sostatt verða tað norsku bankarnir, sum ráða fyri, hvat hendir við ognunum hjá móðurfelagnum í Pan Fish.

Stór áhugamál
Óvist er, hvat norsku bankarnir ætla, men í løtuni hanga hóttafull skýggj yvir nógvum føroyskum alifyritøkum, tí Pan Fish eigur sín stóra part í teimum.
Í alibrúkum á sjónum kunnu útlendingar bara eiga ein triðing, men í Vestsalmon, sum er á landi, eigur Pan Fish heili 60 prosent. Umvegis Vestsalmon, sum eigur fleiri alibrúk á sjónum, eigur Pan Fish eisini í øðrum alibrúkum. Haraftrat eigur Pan Fish eisini í roykivirkinum Vestlax í Hirtsals, tí Vestsalmon eigur tað virkið burturav.

Stjórin bíðar
Helst vilja norsku bankarnir hava Pan Fish at halda fram heldur enn at koyra tað av knóraunum. Men við at yvirtaka Pan Fish hava bankarnir nógvar pengar útistandandi, og ein partur skal onkursvegna fáast innaftur. Spurningurin er, hvat bankarnir gera við útlendsku ognirnar hjá felagnum, fyri at fáa nakrar pengar til høldar.
Suni Durhuus, stjóri í bæði Vestsalmon og Vestlax, hevur merkt sær tíðindini um vánaligu støðuna hjá Pan Fish, men alt er so óvist, at hann onki vil siga um støðuna enn.
? Eg vil ikki siga, at eg eri bangin, men vit havi onki frætt úr Noregi, og tí vil eg heldur onki siga, fyrr enn eg veit betur, hvat hendir, sigur Suni Durhuus, sum bara sigur seg hava hoyrt tað, sum verður sagt og skrivað í fjølmiðlunum.

FAKTA

Pan Fish í Føroyum

Pan Fish stríðist fyri lívinum og skyldar umleið 5 milliardir krónur, sum felagið ikki megnar at rinda aftur.
Pan Fish eigur meirilutan av Vestsalmon í Føroyum.
Vestsalmon-group telir 14 alibrúk, smoltstøðir og hagreiðingarvirki.
Tey eru:
Vestmanna, Veslax P/F
Vestmanna, Smoltaling P/F
Kollafjørður, Vestsalmon P/F
Stilli, Vestlax P/F
Svínáir, Vestlax P/F
Vík, Vestlax P/F
Veðranes, Vestlax P/F
Kollafjørður, Vestlax P/F
Funningsbotnur, Norðsmolt P/F
Oyndarfjørður, Vestlax P/F
Oyndarfjørður, Laksá P/F
Fuglafjørður, Alilaks P/F
Viðareiði, Vestsmolt P/F
Árnafjørður, Hellisvað P/F