Allan, Bjarni og liðfelagarnir vunnu 3. meistaraskapsfinaluna

Føroyingarnir skutu 10 mál í kvøld

Mynd: Valur

Allan Norðberg (myndin), Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali eru ein sigur frá at vinna íslendska meistaraheitið.

 

Í triðu meistaraskapsfinaluna á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vann Valur í kvøld 32-30 á FH, og eru sostatt á odda 2-1 í meistaraskapsuppgerðini, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Bjarni var við seks málum toppskjútti hjá Vali. Allan skoraði fýra mál, og hann var ein brandur í verjuni.

 

Mánakvøldið klokkan 20.30 hittast liðini aftur í fjórðu finaluni, ið verður leikt í høllini í Kaplakrika á Hafnarfirði. Megnar Valur at vinna eru teir íslandsmeistarar 2026. Vinnur FH verður fimta og avgerandi finalan leikt á heimavøllinum hjá Vali.

 

Mynd: Valur