Allan: Hevði verið stuttligt at møtt Íslandi í HM-endaspælinum

Argentina hevði tó verið betri ítróttarliga

- Tað hevði verið stuttligt at møtt Íslandi, men tað hevði ítróttarliga ikki verið eitt dreymalutakast. Eg haldi vit hava nógv betri møguleikar móti Argentina.

 

Soleiðis sigur Allan Norðberg í samrøðu við Handkastið um HM-lutakastið, ið verður í München í Týsklandi 10. juni klokkan 16. Allan sipar til liðini, ið eru í styrkisbólki 1.

 

Styrkisbólkur 1: Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina.

 

Um at sleppa til HM á fyrsta sinni sigur Allan við Handkastið: - Kenslan er ógvuliga góð, og tað var stuttligt at sleppa at feira hetta søguliga avrikið saman við okkara fjepparum. Tað var veruliga framúr gott at sleppa at spæla seinna HM røkkstøkk dystin heima í Føroyum. Bæði tí vit eru sterkari á heimavølli, og eisini, at vit kundu fagna søguliga avrikinum saman við okkara fjepparum. 

 

- Vit høvdu góðar vónir undan røkkstøkk dystunum, tí vit hava eitt sera gott lið nú. Vit eru altíð væl fyrireikaðir til hesar dystirnar, og tí høvdu vit eina góða kenslu. Greiðir Allan frá. 

 

Um at mangla Elias Ellefsen á Skipagøtu til hesar báðar dystirnar sigur Allan: - Elias er ein av okkara bestu leikarum, men systkinabarnið Óli Mittún traðkaði í karakter, og hann avrikaði framúr væl. Hetta gav eisini Paula Mittún, Róa Ellefsen á Skipagøtu og Bjarna í Selvindi fleiri minuttir á vøllinum.

 

Styrkisbólkur 2: Frakland, Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Italia, FØROYAR, Norðurmakedonia.

 

Styrkisbólkur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Barein, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Kili, USA.

 

Styrkisbólkur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard 1, Wildcard 2.