Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Vit fara væntandi í summarhús í Føroyum. Vit hava ikki heilt gjørt av enn, hvar vit skulu, og nú vit eru so sein at bíleggja, er helst eisini avmarka við plássi og møguleikum.
Tað sigur Marjun S. Debes.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Í apríl í 2024 bíløgdu vit okkum ferðaseðlar til Gran Kanaria í mars í ár. So, eftir at hava talt niður í meira enn 300 dagar, vóru børnini og vit sera spent at fara suður eftir - fyri fyrstu ferð.
Marjun sigur, at túrurin á Gran Kanaria gjørdist ein góður túrur, og tað kendist deiligt at fáa nakrar sólstrálur í myrku vetrartíðini.
- Túrarnir í Føroyum standa tó ikki aftanfyri túrarnar uttanlands, so her eiga vit eisini nógv minnir um góðar túrar um alt landið, leggur hon aftrat.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Í fjør kundi eg seta flugubein við at hava verið á øllum oyggjum í Føroyum. Tær seinastu, eg manglaði, vóru Stóra Dímun og Skúvoy.
Marjun heldur fyri, at hóast Skúvoy liggur so tætt, so skuldi tað kortini taka henni 36 ár at fara út í oynna.
- Hetta var ein góður og minniligur dagstúrur saman við familju.
Hon vísir á, at seinasti túrurin, sum tey hava gjørt í Føroyum, var ein vikuskiftistúrur út í Stóru Dímun í oktober í fjør.
- Hóast hetta ikki var um summarið, so høvdu vit gott veður, hóast nakað kalt. Henda túrin kann eg heilt víst viðmæla. Her eru góðar umstøður at gista - og so sera fitt og blíð fólk í oynni, sigur Marjun.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Tað er altíð gott at koma burtur úr dagliga resinum, og fyri okkum hevur tað stóran týdning, at børnini koma at kenna Føroyar. Vit royna sum familja at leggja dent á, at vit koma runt um alt landið.
Hon vísir á, at dóttirin bara manglar at vitja Lítlu Dímun, og synirnir mangla Lítlu Dímun og Fugloynna.
- Vit ætla, at teir skulu fáa sett flugubein við Fugloynna í ár.
Marjun S. Debes heldur fyri, at tað er ikki eins lætt at koma út í Lítlu Dímun, sum tað er at koma aðrastaðni í landinum annars.
- So, tað flugubeinið verður helst útsett eina løtu, leggur hon aftrat.
Lesið eisini: Okkum dámar best at fara uttanlands
https://www.in.fo/news-detail/okkum-damar-best-at-fara-uttanlands











