HB hevur sent venjaran til hús

HB hevur valt at endað samstarvið við André Olsen.

HB skrivar fyri løtu síðani, at felagið eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina hevur tikið avgerð um at enda samstarvið millum HB og André Olsen.

– Vit vilja takka André fyri tíðina í HB og ynskja honum alt tað besta frameftir, skrivar Havnar Bóltfelag.

– Vit fara nú at hyggja frameftir og fara innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara, skrivar felagið.