Allan Mørkøre hevur aftur mist kjansin

Alt bendir á, at Óli Johannesen fer at seta nýtt landsliðsmet, tá føroyska liðið í broyttari útgávu fer at spæla í Slovenia

 

Landsliðið


Allan Mørkøre eigur metið í landsdystum. Hann hevur umboðað Føroyar 54 ferðir, men í ár hava greiðar ábendingar verið um, at Allan Simonsen ikki longur heldur, at navnin við Mørkøre eftirnavninum skal vera sjálvskrivaður á landsliðnum.

Undan ferðini til Jugoslavia í august varð Allan Mørkøre ikki úttikin. Tá landsliðið spældi á heimavølli ímóti Luksemborg og Russlandi, var Allan Mørkøre aftur í hópinum, men hann kom ikki á vøllin. Og tá landsliðið nú skal niður aftur á Balkan, hevur venjarin valt ikki at senda boð eftir HBaranum.

Hví hevur Allan Mørkøre ikki fingið boð hesa ferð?

? Tá Allan ikki fekk boð til dystin í Jugoslavia varð sagt, at hann var ikki mettur at vera so væl fyri, sum hann hevði verið. Hesa ferð hevur metingin verið tann sama, sigur Jógvan Martin Olsen, sum er hjálparvenjari hjá Allani Simonsen.

Rógvi Jacobsen er einasti HB spælarin á landsliðnum. Harvið kann sigast, at kreppan, sum HB hevur verið størsta partin av kappingarárinum, sæst aftur í landsliðsúttøkuni.

Óli Johannesen er liðformaður á landsliðnum. Ímóti Russlandi var hann á landsliðnum fyri 54. ferð, og um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin, so fer Hvidovre spælarin at seta nýtt met í Slovenia. Óli Johannesen stendur til at verða fyrsti føroyski spælarin, sum fer at røkka 55 altjóða skrásettum landsdystum.


Nýtt ættarlið

Samstundis sum Óli Johannesen fer at seta nýtt met, so bendir úttøkan av átjan manna liðnum, sum skal niður til Slovenia, á, at talan so smátt er um eitt ættarliðsskifti.

Tað er møguleiki fyri, at hetta er síðsta ferðin, at Allan Simonsen velur teir átjan, sum skulu umboða Føroyar. Í hvussu so er verður sáttmálaskeiðið hjá honum og FSF liðugt, tá landsdysturin í Ljubljana verður liðugt spældur annað leygarkvøld.

Men úttøkan kundi bent á, at landsliðsvenjarin og FSF fara at skriva undir nýggjan sáttmála. Fleiri í a?landsliðshøpi púra óroyndir spælarar eru úttiknir í staðin fyri meiri royndar spælarar.

Óroyndu spælararnir eru Klæmint Matras, Jón Rói Jacobsen og Hjalgrím Elttør. Royndu menninir, sum ikki hava fingið boð hesa ferð, eru Allan Mørkøre og so Jóhannis Joensen, sum síðstu vikurnar hevur verið leikbannaður í heimligu kappingini.

Fýra aðrir spælarar, sum ivaleyst høvdu verið sjálvsagdir í átjan manna hópinum, eru ikki úttiknir av ymiskum orsøkum. Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson eru leikbannaðir, Sámal Joensen hevur verið skaddur síðani mitt í summar, og Pól Thorsteinsson hevur borið seg undan landsliðskjansinum.


Ymisk lið

Hjá Jógvani Martin Olsen, hjálparvenjaranum hjá Allani Simonsen, er tað hugaligt at staðfesta, at hann í yngru landsliðunum hevur verið venjari hjá fleiri av teimum, sum nú skulu til Slovenia. Her verður hugsað um Klæmint Matras, Jón Róa Jacobsen, Jákup á Borg, Rógva Jacobsen, Christian Høgna Jacobsen, Súna Olsen og Hjalgrím Elttør.

? Málið við yngru landsliðunum er m. a. at búna nýggjar a?landsliðsspælarar. Tí hevur tað seinastu ferðirnar verið hugaligt at staðfest, at nýggju menninir vita, hvat tað snýr seg um og á ongan hátt lata seg taka av fótum, tá teir fyrstu ferð royna seg í a?landsliðshøpi. Teir hava á ferðum við yngru landsliðunum royndir, so teir kenna dagligu gongdina í venjingarlegum, og tað er ein stórur fyrimunur, heldur Jógvan Martin Olsen, sum ikki kvígur fyri, at ungu menninir skulu detta fullkomuliga burtur ímillum, um teir fáa møguleikan á vøllinum.

Fara yngru menninir at síggjast aftur í byrjunaruppstillingini?

? Um allir teir føroysku spælararnir høvdu verið tøkir, so haldi eg, at vit høvdu havt eitt lið, sum kundi staðið mát við tað hjá Slovenia. Tá hugsi eg um Toda Jónsson, Pól Thorsteinsson, Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen, sum heilt víst høvdu verið við at at mynda eitt sera spennandi lið. Men hesir eru ikki tøkir, og so mugu vit fáa nyttu burturúr ferðini á annan hátt. Tað valdast m. a. um hugburðin, tá vit fara at venja har niðri, men tað skuldi ikki undra meg, um vit fara at síggja onkrar spælarar á plássum, sum teir ikki hava spælt í áður á landsliðnum, og at møguleiki er fyri, at vit fara at síggja onkrar nýggjar spælarar ímillum teir fyrstu ellivu. Sjálvandi verður vónað, at royndu spælararnir eisini í framtíðini fara at bera landsliðnum uppi, men tað fara altíð at vera útskiftingar. Tá umstøðurnar hava lagað seg, sum tær hava, er tað nátúrligt, at dysturin í Slovenia verður høvið hjá nýggjum monnum at royna seg, sigur Jógvan Martin Olsen.