Tað vera Aston Villa og Freiburg, ið fara at spæla finaluna í Europa League á Tüpras leikvøllinum í Istanbul í Turkalandi, mikukvøldið 20. mai.
Í seinnu hálvfinaluna á Villa Park vann Aston Villa ein knúsandi 4-0 sigur á Nottingham Forest, ið nú má fokusera upp á at bjarga plássinum í Premier League. Sostatt vann Villa ein samlaðan 4-1 sigur á Forest.
Høvuðsvenjarin hjá Aston Villa, Unai Emery hevur bara tapt eina av átta evropeiskum hálvfinalum, ið hann hevur tikið lut í sum venjari.
Freiburg vann ein samlaðan 4-3 sigur á Braga. Freiburg vann í kvøld á heimavølli 3-1. Eitt skiftið var týska liðið á odda 3-0.
Aston Villa er favorittur hjá veddingarfyritøkunum til at vinna Europa League finaluna.
Aston Villa-Nottingham Forest 4-0 (1-0) - Villa vinnur samanlagt 4-1.
1-0 Ollie Watkins ('36 )
2-0 Emiliano Buendia, br. ('57 )
3-0 John McGinn ('77 )
4-0 John McGinn ('80 )
Freiburg-Braga 3-1 (2-0) - Freiburg vinnur samanlagt 4-3.
1-0 Lukas Kubler ('19 )
2-0 Johan Manzambi ('41 )
3-0 Lukas Kubler ('72 )
3-1 Pau Victor ('79 )











