Landsdystur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Moskva
Allan Simonsen hevði fyrstu ferð allan landsliðshópin til venjingar, tá landsliðið hevði eina stutta venjing mánadagin um middagsleitið. Higartil hevur hópurin til hvørja venjing verið nakað skerdur, men nú tykist tó sum um, at krímið er farið burtur í russiska kuldanum. Sámal Joensen er nú aftur komin fyri seg, Pól Thorsteinsson er endiliga aftur tøkur, meðan Súni Olsen í aðru syftu slapp ígjøgnum passeftirlitið í bæði Brüxelles og Moskva.
Talan var tó ikki um nakra veruliga venjing, tí kuldin í Moskva viðførdi, at tað ikki var gjørligt at finna ein grasvøll, har fótbóltur kundi spælast. Ístaðin varð vant á einum graslíkisvølli, men sum skiltist á leikarunum, var hetta tó ikki meira enn næstbest. Onkur teirra helt, at tað mest av øllum líktist einari betongflatu, har eitt tunt teppi varð lagt á.
Venjingin var so eisini hareftir. Lítið av bóltspæli, meðan størri denturin varð lagdur á at fáa ferðamøðina arbeidda úr kroppinum.
Ein á toppinum
Sostatt tykist tað sannlíkt, at Allan Simonsen kann taka allar sínar leikarar við í telvingina, tá hann fer at hugsa um, hvussu liðið skal síggja út, tá farið verður á vøllin.
Einasta lítla ivamálið tóktist vera Øssur Hansen, sum hevði nakað nógv vatn í beininum. Hann hevði tó fingið at vita, at talan helst ikki var um skaða av nøkrum slag, so við eitt sindur av hvíld skuldi hann verið førur fyri at luttikið.
Spurningurin er so, hvussa Allan Simonsen velur at blanda kortini, men tað tykist tó soleiðis, a talan í útgangsstøði verður um eina heldur meira verjukenda føroyska uppstilling.
Akkurát, hvussu hendan verður, er sjálvandi ilt at siga, men tað tykist verða talan um eina 5-4-1, har Jákup Mikkelsen verður fremsta valið í málinum. Har verjan verður mannað við Øssi Hansen og Pól Thorsteinssyni í borðunum, meðan Johan Byrial Hansen, Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen skipa miðverjuna. Á miðvøllinum verða so Sámal Joensen, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson og John Petersen, meðan Kurt Mørkøre verður einsamallur maður á toppinum. Sum sagt ein í útgangsstøði 5-4-1, men sum kann broytast til 3-6-1, alt eftir hvussu langt niðan á vøllin síðubakkarnir fara.
Liðskipari verður væntandi Óli Johannesen, sum eisini hevði armbindið á arminum, eftir at Todi Jónsson noyddist av vøllinum í Luksemburg.
Seinast Allan Simonsen royndi seg við einum áleypara var, tá Føroyar í fjør taptu 5-1 í Sveis. Úrslitið tað ferðina var tó ikki so nógv úrslit av eini miseydnaðair spælskipan. Heldur var tað tann sannroynd, at samlaða føroyska avrikið var nakað væl undir miðal.
Tveir úti
Um so er, at talan verður um omanfyrinevndu uppstilling, so merkir hetta samstundis, at tveir av ungu leikarunum, sum annars gjørdu nógv um seg í Luksemburg, ikki vera við frá fyrsta bríksli.
Talan er um Christian Høgna Jacobsen og Jákup á Borg, og ivaleyst verður hetta gjørt, tí Allan Simonsen í størri mun hevur tørv á royndum leikarum, nú talan er um dyst móti Russlandi. Sjálvur hevur landsliðsvenjarin eisini fleiri ferðir víst á, at tað ræður um ikki at skunda ov nógv undir ungu leikararnar. Hann hevur eisini sínar egnu royndir í so máta, so tað tykist á ongan hátt soleiðis, at venjarin hevur mist álitið á ungu monnunum.