Høvuðsíleggjararnir eru Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing og ein svenskur
íleggjari. Harafturat eru smærri føroyskir íleggjarar, m. a. KT-fyritøkan VIT, sum setti felagið á stovn fyri einum ári síðani. Felagið hevur føroyskan meiriluta.
Nevndarlimir í felagnum eru Jóannes Kjølbro, Jens Kári Vilhelm, Jan Otto S. Holm, Halvor Snarvold og Meinhard Jacobsen. Nevndin skipar seg ein av komandi døgunum.
Alnót fer at veita fjarskiftistænastur til heystar.