FÓTBÓLTUR
Eftir at KÍ mánakvøldið vann altavgerandi dystin í bestu kvinnudeildini mánakvøldið á Argjum, er einki eftir at spæla um í teimum trimum dystunum, sum eru á skránni beint eftir miðdag í morgin. Tí verður mest spennandi løtan óivað eftir dystin í Klaksvík, tá KÍ-kvinnurnar endaliga kunnu staðfesta sítt tíggjunda meistaraheiti á rað við steypi og gullheiðursmerkjum.
Tað er eitt imponerandi avrik yvir nógv ár, ið liggur aftan fyri longu sigursrøðina hjá KÍ, ið er heilt einastandandi í føroyskum fótbólti og enntá merkisverd í størri høpi. Umframt at hava vunnið síðstu tíggju meistaraheitini á rað, hevur KÍ sjey av árunum eisini vunnið steypakappingina, so talan er um ikki færri enn sjey greipur síðani 2000!
Sigurin á AB mánakvøldið merkti so, at KÍ fór fimm stig framum, og tí var meistaraheitið longu tryggjað tá. Samstundis er greitt, at AB er so mikið langt framman fyri Víking, at silvurið endar á Argjum, samstundis sum Víkingur er so mikið framman fyri Skála, at bronsan fer til felagsliðið hjá teimum í Gøtu og Leirvík.
Í botninum hevur tað alla tíðina verið ein kapping millum EB/Streym og B68/NSÍ, men nú alt er við at vera liðugt, verður tað B68/NSÍ, ið fær aftasta plássið og tískil ikki spælir í 1. deild næsta ár. Nýtt lið verður í staðin felagsliðið MB/07 Vestur, ið vann 2. deild framman fyri VB/Sumba og HB, so hóast Vágarnar missa mansliðið í bestu deildini, verður oyggin umboðað í bestu kvinnudeildini.
Teir tríggir dystirnir í síðsta umfari í kvinnukappingini, sum verður spælt í morgin klokkan 12.15, eru hesir: KÍ-Skála í Klaksvík, AB-B68/NSÍ á Argjum og EB/Streymur-Víkingur í Streymnesi.