Eina viku undan ólavsøku letur ein sera forkunnug framsýning upp á torginum í SMS. Talan er um framsýningina "Havnin og tey ungu í 60-unum". Hetta verður fyrst og fremst ein framsýning við umleið 700 myndum, sum stava úr 60-unum av havnarfólki, tilburðum, hendingum, støðum og húsum. Uppboðsøla verður eisini av úrvaldum myndum hjá privatfólki. Umframt verður framsýning av brúkslutum og øðrum, ið eyðkendi 60-ini, alt frá dandy-tyggigummi til valor-petroleumsovnar. Útvarpstól, grammofonir, plátur, plakatir og annað, sum tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa fatur á og savna saman.
Tónleikur frá 60-unum eigur ein serstakan leiklut á framsýningini. Hann verður spældur inn á bandupptøkur, sett til hátalarnar, soleiðis at fólk báðar vikurnar framsýningin er opin, hava høvi at hoyra 60-ara tónleik í bakgrundini.
Tað er B36, sum skipar fyri framsýningini. Birgar Johannesen hevur seinastu tvey árini savnað allar myndirnar saman. Felagið hevur áður skipað fyri líknandi framsýningum. Í fjøl skipaði tað fyri framsýningini "Havnarmyndir", og í vár "Bakarar í Havn".
Tað er einki dulsmál, at Birgar Johannesen hevur ein serligan tokka til 60-ini.
- Hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað serligt. Tað var tá, fyrsti maður fór á mánan, at Beatles komu fram, at fólk keyptu sær myndatól, flower-power, at fólk fingu meiri pengar um hendi og so framvegis. Tíðin áðrenn var eyðkend av armóð og tíðin aftaná var bert ein avleykari av 60-unum.
- Eg havi ein tokka til alt gamalt. Sjálvur dámar mær ógvuliga væl at síggja gamlar myndir, og eg veit, at gamlar myndir vekja áhuga hjá øðrum. Hesir brúkslutirnir, vit hava fingið fatur á, liggja ymsa staðni, teir eru til enn, men vit kunnu rokna við, at næsta ættarlið blakar teir burtur, tí tey meta ikki, at teir hava nakað virði. Fólk liggja eisini inni við hópin av góðum myndum, sum eingin fær gleði av. Hinvegin, tað sum er so keðiligt er, at alt ov nógvar myndir eru ómerktar. Vita vit ikki, hvørji fólkini eru á myndini og hvar, nær ella hví myndin er tikin, hevur hon einki virði, sigur Birgar Johannesen.
Annað hendir eisini á torginum hesar dagarnar framsýningin "Havnin og tey ungu í 60-unum" er opin. Eitt nú verður tombola. Framsýningin letur upp 21. juli og verður opin góðar tvær vikur fram.