Altjóða Alzheimersdagur varpar ljós á demens

Í dag er altjóða Alzheimersdagur, har tað runt knøttin verður varpað ljós á demenssjúkur.

Alzheimers demensur er tað mest vanliga slagið av demenssjúku.  Demensur fevnir um sjúkur, har ymiskar virkanir í heilanum vikna og har hetta gongur út yvir gerandislívið. Hetta kann umfata minnistrupulleikar, versnað yvirblikk, uppmerksemi, verri evni at loysa trupulleikar og avbjóðingar ein møtir og at halda skil á. Tá ein hevur Alzheimerssjúkuna, so er tað serliga minnið, sum verður fyrst ávirkað. Fyri demenssjúkurnar er tað galdandi, at sjúkugongdin er spakulig og tekur fleiri ár, ofta byrjað við einum tíðarskeiðið, har tað eru broytingar í heilanum í áravís, uttan at tær hava givið nøkur sjúkutekin. Sostatt broytingar, sum ein ikki veit nakað um.

 

Nú kunnu vit betri staðfesta demens tíðliga, men hóast hetta eru tað nógv, sum ganga runt við byrjandi trupulleikum, sum eingin er varugur við.

 

Demenssjúka hevur við sær stóran miss í lívsgóðsku, sum  tað tó kann bøtast um við rættari viðgerð og røkt. Tað finnist viðgerð til Alzheimers sjúku og nakrar aðrar demenssjúkur, sum serliga at ávirka sjúkugongdina, men ikki eru grøðandi.

 

Tað er seinastu árini komin serlig viðgerð fyri nøkur teirra, sum eru komin stutt í sjúkugongdini og hendan hevur lovandi úrslit. Viðgerðin er góðkend í evropiska samveldinum, men ikki øll lond bjóða hesa enn. Viðgerðin er enn ikki góðkend í danska ríkinum, men hetta verður í løtuni viðgjørt.

 

Kring knøttin eru í løtuni nógv gransking av heilivági fyri Alzheimers demens, so tað verður væntað og vónað, at okkurt munagott fer at henda á økinum komandi árini.

 

So leingi bíðað verður eftir tí, er umráðandi at vit fáa staðfest demens tíðliga og brúka tann heilivág, sum finnist, eins og vit mugu leggja dent á ymist, sum kann verða við til at fyribyrgja at fólk fáa demens, sigur Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri, sum arbeiðir á Demensklinikkini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.  Er mistanki um demensbyrjan, er umráðandi at fara til kommunulæknan, sum kann gera ymsar kanningar og um neyðugt senda ein víðari til greiningar á Demensklinikkini sum skjótast.

 

Aðrastaðni, m.a. í Danmark, gremja tey seg um, at bíðitíðin at selppa framat á Demensklinikkunum er so long, ofta omanfyri eitt ár. Her hjá okkum er bíðitíðin til fyrstu kanning í løtuni 1-2 mánaðir og eru vit fegin um at vit kunnu byrja kanningarnar so skjótt, - tað kann hava stóran týdning, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni.

 

Mest vanliga slagið av demens er sum sagt Alzheimersdemensur, sum snýr seg um 60-70 % av demenstilburðunum, men vit síggja eisini ofta sokallaðan vaskuleran demens, sum kemst av æðrakálkingum, eitt serligt slag, sum kallast Lewy-Body demens og so demensur, sum serliga rakar pannuleparnar eru eisini vanlig her hjá okkum.

 

Umframt viðgerð við heilvági, er eisini serliga umráðandi at sjúklingar og avvarðandi teirra fáa kunning um sjúkurnar og tær lívsbroytingar hetta hevur við sær, og í hesum sambandi verður skipað fyri ymsari undirvísing og vónandi fáa vit styrkt hendan partin komandi tíðina, siga tey á Demensklinikkini.

 

Í dag og í komandi vikur eru tiltøk ymsastaðni, sum varpa ljós á demnssjúku.

 

 

 

 

 

10 tey mest vanligu teknini sum kunnu verða byrjandi demensur:

 

  • Trupulleikar at minnast
  • Ting bliva vekk
  • Hava trupult við at útføra vælkendar uppgávur
  • Málsligar trupuleikar
  • Óvissa um tíð og stað
  • Niðursett dømievni
  • Stríð og strev við at skipa seg og hugsanarháttur verður fløktur  
  • Broytingar í hýrinum og  atferð/atburði
  • Broyting í persónmenskuni
  • Manglandi initiativ