Tað endaði við stórum skrædli í Trongisvági. Teir í B36 rigga til at fara aftur um fjørðin við trivaligum sigri. B36 vann 5-0, og nú er málmunurin hjá B36 positivur. Undan ferðini suður til Suðuroyar var málmunurin hjá B36 33-35, og nú er hann 38-35.
Serliga fyri ein av B36 spælarunum var hesin dysturin hugaligur. 20 ára gamli Tobias Hansen var fyri 22. ferð á besta liðnum, og í dag var hann fyrstu ferð málskjútti. Hann var tvífaldur málskjútti, tí hann økti um munin til 4-0 og 5-0.
Sigurin ber við sær, at B36 av álvara bjóðar Víkingi av í kappingini um fjórða plássið.
Tað hevði stóran týdning fyri gongdina og úrslitið, at málverjin Anders Tønnesen dygst undan steðginum varð vístur av vøllinum, tí dómarin metti, at hann helt bóltinum uttanfyri brotsteigarmarkið.
Hálvleiksstøðan var 1-0, og serliga var tað síðstu fimm minuttirnar, at tað av álvara sást, at heimaliðið í trý korter var undirmannað. Tá skoraði B36 trý mál.
Símun Sólheim, sum í dag var vongverji í vinstru, setti hol á í 26. minutti, tá ið hann við hornasparki setti bóltin í málið, og átta minuttir eftir steðgin var Pætur J. Petersen málskjútti. Nú hevur Pætur J. Peteren skorað fimm mál. Hetta var fyrsta ferðin, at Pætur skoraði síðani 6. juli, tá ið grannauppgerðin ímóti HB endaði 2-2.
Áðrenn Tobias Hansen var tvífaldur málskjútti, var tað Marius Kryger Lindh, sum setti bóltin framvið innskifta Olivur Øster í TB málinum.
Stóra tapið ber við sær, at trýstið á TB er øgiliga stórt undan grannauppgerðini ímóti FC Suðuroy, sum verður um eina viku. Tá verður Olivur Øster aftur í TB málinum, tí tá verður Anders Tønnesen leikbannaður.
Meðan tað um eina viku so at siga verður finala um niðurflyting í Trongisvági, so verður talan um so at siga finalu um fjórða plássið, tá ið B36 um eina viku fær vitjan av Víkingi.
TB – B36 0-5 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen
0-2: Pætur J. Petersen
0-3: Marius Kryger Lindh
0-4: Tobias Hansen
0-5: Tobias Hansen
Dómari: Kári J. á Høvdanum
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dahl Djurhuus Amidou Diop, Joel Sundström, Eyðtór Joensen – Aron Arnholdsson, Samudeen Musah
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Bogi Reinert-Petersen, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Filip Djordjevic, Tobias Hansen – Pætur J. Petersen