KÍ-kvinnurnar eru framvegis í førarasetrinum í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Á heimavølli á vøllinum við Djúpumýru vann KÍ trivaligan 4-1 sigur á HB. Tað var tó HB, ið leyp hvøkk á KÍ við at leggja seg á odda 1-0, men KÍ-kvinnurnar fótaðu sær skjótt. Seinastu løtuna av dystinum skoraði KÍ tríggjar ferðir.
Í Sarpugerði í Norðragøtu eydnaðist tað NSÍ at halda lív í FM-vónini við 3-1 sigri á Víkingi.
KÍ er trý stig frammanfyri NSÍ, og tær hava ein málmun, ið er fimm mál betri enn tann hjá NSÍ.
Komandi leygardag hittast KÍ og HB aftur í steypafinaluni á Tórsvølli.
KÍ-HB 4-1 (0-0)
0-1 Elin Maria Isaksen (51.)
1-1 Maria V. Johansen (55.)
2-1 Eyðvør Klakstein (82.)
3-1 Tóra Mohr (84.)
4-1 Eyðvør Klakstein (90.+)
Víkingur-NSÍ 1-3 (0-1)
0-1 Heidi Sevdal (31.)
1-1 Jensa Tórolvsdóttir (66.)
1-2 Brá Zakariasardóttir (70.)
1-3 Brá Zakariasardóttir (78.)
Kelda: dystir.fo
Endaspæl kv. ovari bólkur:
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ kv. | 55 | 7 | 6 | 1 | 0 | 107 | 13 | 94 |
2. | NSÍ kv. | 52 | 7 | 5 | 1 | 1 | 108 | 19 | 89 |
3. | HB kv. | 34 | 7 | 1 | 0 | 6 | 64 | 38 | 26 |
4. | Víkingur kv. | 31 | 7 | 1 | 0 | 6 | 52 | 34 | 18 |