Trump vil hava flogstøð í Afghanistan aftur

Ilt fer at henda, um flogstøðin í Bagram ikki verður latin USA, skrivar Trump.

Fýra ár eftir, at USA undir miklum kaosi tók seg úr Afghanistan, tykist Trump veruliga hava hitað upp til tankan um at fáa eina flogstøð í landinum aftur á amerikanskar hendur. (Savnsmynd). - Mynd: Rahmat Gul/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava flogstøðina í Bagram í Afganistan aftur á amerikanskar hendur.

Og verður tað ikki gjørt, so fær tað avleiðingar.

Hetta skrivaði Trump leygarkvøldið í einum uppslagi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

- Um Afganistan ikki gevur Bagram flogstøðina aftur til tey, sum bygdu hana, USA, so fer ilt at henda, skrivar hann.

Sambært tíðindastovuni Reuters var Bagram høvuðsstøð hjá amerikanskum hermonnum undir krígnum í Afghanistan, sum vardi til 2021, tá USA tók seg úr landinum og Taliban tók valdið.

Trump hevur nevnt flogstøðina fleiri ferðir seinastu dagarnar. Fyrstu ferð var hósdagin á tíðindafundi, sum varð hildin í sambandi við statsvitjanina hjá forsetanum í Bretlandi.

Her segði hann, at USA roynir at fáa Bagram flogstøðina í Afghanistan aftur.

Sambært Trump hevur støðin strategiskt týðandi staðseting nærhendis Kina, og tí vil forsetin hava hana aftur undir amerikanskt eftirlit.

Dagin eftir segði forsetin við tíðindafólk, sambært AFP, at hann hevði verið í dialogi við Afghanistan um hetta.

Sambært AFP hava afgansk embætisfólk víst á mótstøðu móti útlitunum fyri, at amerikanska nærveran í Afghanistan kann vekjast aftur.

- Afghanistan og USA hava brúk fyri at samstarva hvørt við annað - uttan at USA varðveitir nakra hernaðarliga nærveru í nøkrum parti av Afghanistan, skrivar Zakir Jalal, embætismaður í afganska uttanríkisráðnum, í einum uppslagi á X.

Síðani Trump varð tikin í eið sum amerikanskur forseti fyri aðru ferð í januar, hevur hann fleiri ferðir funniast at missinum av støðini, sum hann knýtir at handfaringini hjá fyrrverandi forsetanum, Joe Biden, av afturtøkuni úr Afghanistan.

Seinni í nátt varð Trump spurdur av tíðindafólkum í Hvítu Húsunum, um hann umhugsaði at senda amerikanskar herdeildir út fyri at fáa Bagram undir amerikanskt vald.

- Tað vilja vit ikki tosa um, men vit eru í dialogi við Afghanistan, og vit vilja hava tað aftur, og vit vilja hava tað aftur skjótt, beinanvegin. Og gera tey ikki tað, so finna tit útav, hvat eg fari at gera, segði forsetin sambært AFP.

 

/Ritzau/

 

 

 

Fýra ár eftir, at USA undir miklum kaosi tók seg úr Afghanistan, tykist Trump veruliga hava hitað upp til tankan um at fáa eina flogstøð í landinum aftur á amerikanskar hendur. (Savnsmynd). - Mynd: Rahmat Gul/Ritzau Scanpix