Alvápnað løgregla í Havnargøtum í dag

Men óttist ikki, talan er bert um venjingar

Um fólk síggja alvápnað og vælmannað løgreglulið í Havnargøtum í dag, so er ikki at óttast, einki er á vási – uttan tað, at løgreglan hevur venjingar. 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at venjingar verða ymsastaðni í býnum, eitt nú Gundatali, við Tórsvøll, Viðarlundina og tennisvøllin.

– Men talan er bara um venjingar, sigur vaktleiðarin.