Amatørar uttan geist í Wien

Føroyska liðið hevur mangan verið lýst sum eitt lið við amatørum, sum hava geist og stríðast við hjartanum uttan á troyggjuni. Fríggjakvøldið vóru tað ellivu føroyskir spælarar, sum spældu sum nakrir amatørar - uttan geist.

Sjáldan, um nakrantíð, hev­ur eitt føroyskt lið verið so illa skipað og spælt við so lítlum geisti, sum føroyska liðið gjørdi niðri í Eysturríki fríggjakvøldið. Tað er ilt at hugsa sær, at hesir fáa peng­ar fyri at sparka, tí teir sóu als ikki út til at vilja vera á vøll­inum.
Ongin leiðari var at síggja á vøllinum. Verjan var í jóla­gávuhýri og miðvøllurin rann undan, heldur enn at renna eftir bóltunum. Álop – ja tað høvdu vit einki av. Tað einu ferðina bólturin datt fyri føturnar á okkum fóru hvørki Jóan Símun Edmundsson ella Christian L. Holst eftir bólt­num. Helst tí teir ikki eru beinleiðis áleyparar, men held­ur framrættaðir mið­vallarar.

Skaðin hendi undan dystinum
Longu undir upphitingini hendi skaðin. Target maðurin hjá Eysturríki, Marc Janko, gjørdist skaddur. Hann pass­ar væl til føroysku verj­una. Í hansara stað kom topp­skjúttin í eysturrískum fótbólti, tann skjóti Philipp Hosiner. Er tað nakað, sum kann skaða Føroyar, so eru tað skjótir spælarar, sum spæla skjótan fótbólt.
– Eg skilji ikki hví Philipp Hosiner ikki byrjar inni í dag, sigur Martin Lang, sum arbeiðir fyri Radio Vienna. Viðmerkjarin hjá honum er ongin minni enn Michael Konsel, sum á sinni stóð í eysturríska málinum í Lands­krona.
Í somu løtu, sum Martin Lang hevur sagt orðini kemur Michael Konsel yvir til hansara og sigur, at Marc Janko er skaddur og Philipp Hosiner byrjar inni.
– Ah ha, so fekk eg mín vilja, men nú vóni eg eisin, at hann nyttar nakað í dag, sigur Martin Land við einum smíli.
Og rætt hevði hann, tí dyst­urin var ikki meir enn byrjaður, so vísti Philipp Hosiner og restin av eystur­ríka álopinum skjótt og gott álopsspæl, sum okkara als ikki megnaðu at verja fyri.
Tvær ferðir mátti Gunnar Nielsen gera stórbjargingar fyri at halda føroyska liðnum inni í dystinum, men aftaná átta minuttir er gali. Opið er í høgru síðu og innleggið er flatt og Philipp Hosiner er fyrstur á og skorar.
Ein vánalig byrjan, men tað hava vit roynt fyrr uttan at tað er enda gali. Føroyska liðið hevur ringt við at koma til nakrar møguleikar og megnar illa at halda upp á bóltin, men fram til 20. minutt lá tað ikki í kortinum, at hetta skuldi blíva ein av teimum heilt vánaligu landsdystinum.

Odmar onga umbering
Tá fyrri hálvleikur er 20 miu­ttir gamal tekur Odmar Færø eina avgerð, ið fær avleiðingar fyri restina av dystinum. Fram til tá hevur at kalla einki rigga við bólt­inum, men fyri at royna at minka um trýstið velur Odmar at royna at stúta bólt­in aftur til málverjan, men rakar ikki bóltin.
Meðan Pilipp Hosiner ótarn­aður fer rennandi móti før­oyska málinum kemur sterkasta ábendingini um, at hetta kann enda gali. Fram­herjin dregur framvið Gunnari og skorar.
Teir áleið 20 føroysku áskoð­ararnir, sum vóru á Ernst Happel leik­vøllinum mundu hest byrja at føla meiri til kuldan eftir tað málið. Allar vónir um stig og ein tættan dyst følnaðu. Tann lítli geisturin, sum var at fáa eyga á, følnaði eisini.
Restina av dystinum hugn­aðu eysturríkar sær á vøll­inum og sigurin kundi ver­ið størri. Skjóta spælið á mið­vøll­inum og nógv flytingarnar í álopinum gjørdu stóran skaða fyri okk­ara, sum fleiri ferðir ikki megn­aðu at sendar einfaldan boð­skap um hvør skuldi dekka hvønn.
Tá so royndasti maðurin á vøllinum, liðskparin hjá okk­um, Fróði Benjaminsen, eis­ini fór at spæla bóltin í føt­urnar á hinum, sum síðani skor­aðu við neyvum, men ikki hørðum skoti uttanfyri brots­teigin, so var øllum greitt, at hetta var tað. Her verður onki Landskrona ella nakað heiður­ligt tap.

Ongin útskifting í hálvleikinum
Lars Olsen valdi ongan at skifta út í hálvleikinum og tað kann tykjast løgið. Um landsliðsvenjarin metir, at teir spælararnir, ið vóru á bonkinum ikki kundu gera tað betri enn teir, sum vóru á vøllinum, so kann lands­liðs­venjarin ikki hava stórt álit á teimum.
Hann segði eftir dystin, at hann vildi geva teimum, sum byrjaðu inni, ein møguleika at reisa seg, umframt at hann vildi bíða fyri at vita hvørjir ikki orkaðu at spæla ein heilan dyst. – Tað er til at skilja.
Vit vóri ongantíð nær við at fáa mál og Eysturríki kundi gott fingið fleiri enn tey trý, sum teir fingu í seinna hálvleiki. Til endans var tað bara ein spurningur um at avmarka tapið. Nakað, sum Lars Olsen leggur ov stóran dent á undan dystinum.

Hvar er geisturin?
Tað er í ordan at Føroyar av og á fær ein lúsing. Tað er ikki meiri enn hvat vit kunnu rokna við sum ein pinku­tjóð í fótbólti. Men tað er ikki í ordan, at vit spæla utt­an geist og vilja. Tað má verða fyrsta treytin fyri at vit kunnu verða við – tað er at vit tíma at verða við og kempa fyri tíð.
Nógv av teimum fyrstu ár­unum vóru vit við fyri at læra og tað var í ordan at siga tað alment. Men vit eru komin víðari frá at bara fortelja hvussu góðir hinir eru í mun til okkum. Tað er ein óvani, sum Lars Olsen hevur. Hann tosar okk­ara niður og norð áðrenn dyst­urin er byrjaður. Tað er í ord­an at verða realistiskur og ikki leggja óneyðugt trýst okk­ara spælarar, men tað má bara ikki enda við, at okkara ikki trúgva upp á seg sjálvar. Tað er tað einasta vit hava.
Eingin annar trýr uppá okkum, tí mugu vit trúgva uppá okkum sjálvar.

Innandura fótboltshøll
Hevði FSF havt nakran møgu­leika fyri at lagt dystin eitt annað tíðspunkt, so er einki at ivast í, at teir høvdu tað. Tíverri hava vit ikki so nógv at siga, tá Týskland og aðrar stórtjóðir skulu leggja sínar dystir til rættis.
Tí er tað umráðandi, at okk­ara spælarar hava betri um­støður at venja í alt árið. FIFA og UEFA ynskja sjálv­andi ikki, at tey smærru lond­ini skulu detta niður í mill­um, fyri at fáa fleiri góðar dystir. Kunnu vit ikki sleppa undan at spæla uttanfyri lands­kapp­ingartíð hjá okk­um, so mugu vit krevja meiri av okkara monnum og um­støð­unum.

Tvey ting vit hava lært
Lars Olsen segði eftir dystin, at vit máttu bara brúka hetta sum læripengi. Tað eru tvey ting vit hava lært við Lars Olsen sum venjara.
Okkara megna ikki at spæla tveir dystir, fríggja­kvøld og so týskvøld, við teim­um somu ellivu frá byrj­an. Tað lærdu vit av seinna hálvleiki móti Írlandi. Hesa ferð lærdu vit, at tað er ikki so smart at spæla í mars mánaði um vit ikki kunnu krevja meiri av okkara fótbóltsspælarum, tá kappingini liggur still.

- - -

EYSTURRÍKI - FØROYAR 6-0 (3-0)
1-0: Philipp Hosiner, 8.
2-0: Philipp Hosiner, 20.
3-0: Andreas Ivanschitz, 28.
4-0: Zlatko Junuzovic, 77.
5-0: David Alaba, 78.
6-0: Gyorgy Garics, 82.

Eysturríki: Heinz Lidner – Gyorgy Garics, Aleksandar Dragovic, Emanuel Pogatetz, Christian Fuchs(Markus Suttner, 72.min), Andreas Ivanschitz(Andreas Weimann, 63.min) Marko Arnautovic, David Alaba, Zlatko Junuzovic, Veli Kavlak(Christoph Leitgeb, 56.min), Philipp Hosiner
Á beinkinum: Ramazam Ozcan, Lukas Konigshofer, Martin Harnik, Julian Baumgartlinger, Sebastian Prodl, Jakob Jantscher, Florian Klein, Manuel Ortlechner, Marc Janko
Gul kort: Philipp Hosiner

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen – Hjalgrím Elttør(Atli Gregersen, 87.min), Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen(Pætur Dam Jacobsen, 72.min) – Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson(Arnbjørn Hansen, 78.min)
Á beinkinum: Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Hans Pauli Samuelsen, Viljormur Davidsen, og Daniel Udsen.
Gul kort: Hallur Hansson, Jónas Tór Næs, Fróði Benjaminsen