Tað risastóra amerikanska flogfelagið American Airlines bað í dag myndugleikarnar í New York um at sleppa í gjaldssteðg saman við móðurfelagnum AMR Corp. Í einari fráboðan stendur, at AMR Corp. skyldar meiri enn eina milliard dollarar, og at tað er ein av orsøkunum til gjaldssteðgin.
Avgerðin at fara í gjaldssteðg fær onga ávirkan á flúgvingina hjá American Airlines, tí eftir amerikanskari lóggávu kann flogfelagið halda fram við sínum virksemi, meðan AMR Corp. skarvar av síni skuld.
American Airlines og onnur feløg, sum AMR Corp. eigur, hava góðar fýra milliardir dollarar tøkar í kassanum, og tað ger, at flogfelagið kann halda sínar skyldur mótvegis ferðafólki og øðrum, skrivar AFP.