Ein kvinnuligur amerikanskur journalistur er rændur í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.
Tað siga tvær dulnevndar keldur hjá løgregluni við Reuters týsdagin.
Myndugleikarnir leita eftir journalistinum, sum eitur Shelly Kittleson, í býnum, siga keldurnar.
Ein mistonktur er handtikin, upplýsir irakiska innanríkisráðið.
AL-Monitor, sum er ein tíðindastova, sum hevur fokus á Miðeystur, skrivar, at Kittleson er fríyrkisjournalistur við heimstaði í Róm og hevur skrivað um fleiri kríggj í økinum. Hon hevur eisini skrivað fyri AL-Monitor.
Ein embætismaður í amerikanska uttanríkisráðnum sigur, at USA fylgir fráboðanunum um eina ræning, men vil ikki geva nærri upplýsingar.
Embætismaðurin segði, at talan var um privatlív og onnur viðurskifti.
Trygdin hjá amerikanarum er fremsta raðfesting hjá Trump-stjórnini, stendur í fráboðanini.
Sambært løgregluni rændu fýra menn í sivilum klæðum kvinnuna og settu hana í eitt akfar.
Leitingin er miðvís í eystara parti av Bagdad, sum akfarið var á veg ímóti. Mett verður, at fleiri enn átta milliónir fólk búgva í irakiska høvuðsstaðnum.
Ein ísraelsk-russiskur lesandi frá Princeton University varð í mars 2023 rændur av einum shiamuslimskari millits, sum stuðlar Iran á eini granskingarferð í Irak.
Næmingurin varð ikki leyslatin fyrr enn í 2025.
Ritzau/Reuters











