Amsterdam hevði 23 milliónir ferðafólkagistingar í 2024. Nú vilja fleiri flokkar í býráðnum hækka ferðafólkaskattin upp í 20 prosent. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters.

Amsterdam vil hækka ferða­fólka­skatt­in upp í 20 prosent

Ein samgonga av flokkum í býráðnum í Amsterdam vil hækka ferðafólkaskattin upp í 20 prosent fram til 2030.

Amsterdam hevði 23 milliónir ferðafólkagistingar í 2024. Nú vilja fleiri flokkar í býráðnum hækka ferðafólkaskattin upp í 20 prosent. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters.

Tað skrivar bretski miðilin The Independent.

Sambært uppskotinum skal skatturin hækka úr núverandi stigi upp í 16 prosent longu í 2026. Síðani skal hann hækka eitt prosentstig um árið, til hann nær 20 prosentum í 2030.

Pengarnir frá skattahækkingini skulu nýtast til at gera hollendska høvuðsstaðin reinari, tryggari og betri at búgva í.

Uppskotið kemur eftir, at Amsterdam í fleiri ár hevur stríðst við avleiðingarnar av stórari ferðafólkatilgongd.

Í 2024 vóru 23 milliónir gistingar hjá ferðafólki í býnum, meðan 14 milliónir dagsvitjandi eisini løgdu leiðina framvið.

Málið verður viðgjørt á fundi í býráðnum 10. juni. Síðani kann tað verða sent til endaliga atkvøðugreiðslu.

Kelda: Ritzau/The Independent.

 

Amsterdam hevði 23 milliónir ferðafólkagistingar í 2024. Nú vilja fleiri flokkar í býráðnum hækka ferðafólkaskattin upp í 20 prosent. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters.