"Et barn har brug for en voksen til hver hånd"

Føroya Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FPS), Sinnisbati og Dansk Psykiatrifond skipaðu mánadagin fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum sum innleiðslu til upplýsingarátakið við psykiatribussinum, sum nú ferðast kring landið. Heili 400 fólk vóru komin saman til fyrilestrar, pallborð og orðaskifti. Eitt hæddarpunkt var, tá danski professarin í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen, hevði fyrilestur við heitinum, "Et barn har brug for en voksen til hver hånd"

Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum var danski professarin í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen, av áhugaverdastu nøvnunum. Eitt stúgvandi fult Norðurlandahús lurtaði við andakt eftir framløgu hansara við heitinum, "Et barn har brug for en voksen til hver hånd".

Álit eitt lyklaorð
Danski sálarfrøðingurin byrjaði fyrilesturin at lýsa, hvørjar fortreytirnar skulu vera fyri einum góðum barndómi. Oyru áhoyrarans spílaðust út, og við hjartaligu og kenslubornu rødd síni hevði Per Schultz Jørgensen orðið í síni makt.
- Børn skulu fyrst og fremst hava fólk at hava álit á í bæði familju og millum vinir. Álit á fleiri persónum er ein fortreyt fyri einum góðum barndómi, vóru fyrstu og rámandi orðini hjá Per Schultz Jørgensen.
Hann vísti víðari á, at við áliti verða felags normar skaptir, sum síðani føra til tryggleika og fastar karmar. Hetta gevur barninum avbjóðandi møguleikar at luttaka í sosiala lívinum.
Uttan grundleggjandi álit á fleiri persónar er úrslitið sambært Per Schultz Jørgensen harafturímóti ótryggleiki, ræðsla, hjálparloysi og atburður, sum fer út um ásett sosial mørk.

Stóru regnskjólini horvin
Danski sálarfrøðingurin fór síðani at lýsa samtíðina, vit liva í, og hugleiddi hann um ein broytandi og ótryggan heim.
- Føstu karmarnir við felags normum, virðum og siðum eru horvnir, og í einum samfelagi í upploysn er úrslitið veikari sosialt eftirlit, segði danski professarin avgjørdur.
Hann vísti víðari á, at við hesum eru stóru samfelagsligu regnskjólini horvin, sum verja og hjúkla um ein. Vaksandi einstaklingageringin hevur elvt til, at tey veiku detta niður ímillum, og tískil er eitt barn í dag í stórum vanda fyri sálarligum trupulleikum.
- Vandin fyri sosialari marginalisering er øktur, m.a. tí krøvini at luttaka í samfelagnum eru broytt, vóru millum niðurstøður framleggjarans.

Frá materialismu til sosialisatión
Í einum vælferðarsamfelagi og materiellari yvirflóð vísti Per Schultz Jørgensen á, at høvuðstrupulleikin í dag er broyttur. Fyrr var høvuðsuppgávan at tryggja eitt materielt grundarlag, tá lítið av pengum var, men í dag er trupulleikin og uppgávan at trygga barninum sosialan tryggleika. Í hesum høpi endurgav danski sálarfrøðingurin ein fólkaskúlalærara, sum í mong ár hevur arbeitt á donskum skúla.
- Samanborið við 1976 hava nógv fleiri børn upplivað hjúnarskilnaðin. Fleiri eru í dag materielt forkelaði, men eisini sosialt forsømd og latin til sín sjálvs, endurgav sálarfrøðingurin danska læraran.
Hann legði afturat, at tað eru ikki fleiri børn við trupulleikum í dag enn áður, men tey, sum hava trupulleikar, dragast við bæði fleiri og størri.
Í eini vælferðaryvirflóð er yrkisleiðin á arbeiðsmarknaðinum vorðin alsamt vanligari, og hetta hevur ført við sær strongd.
- Vandin er størri fyri, at børn ikki fáa sosiala tørvin nøktaðan frá vaksnum, sum nýta alsamt meiri tíð í arbeiði og minni við hús. Við fleiri mammum á arbeiðsmarknaðinum er barnaansing vorðin ein alsamt vaksandi funktión, har ov nógv børn eru til ov fáar barnaansarar, segði Per Schultz Jørgensen. Professarin legði afturat, at alsamt fleiri familjur svíkja børn síni í umsorgan.
- Alkoholtrupulleikar, kynslig misnýtsla, strongd, harðskapur o.s.fr. eru vanligastu orsøkirnar til depressión, og barnið veksur upp uttan nakra trúgv á eitt gott lív, vísti sálarfrøðingurin við sorgblídni á.

Barnið útvalt og týdningarmikið
Niðurstøða Per Schultz Jørgensen var at fáa aftur føstu karmarnir um eina trygga familjuskipan, har barnið hevur orsøk at vænta sær eitt gott lív í eini sosialari integratión, áliti og tryggleika.
- Menniskjaliga, pedagogiska og fakliga nærveran skal umgyra eitt barn, sum skal hava fleiri álítandi vaksin kring seg. Barnið skal kunna kenna seg útvalt og týdningarmikið, og við støði í hesum idealum er støði lagt og karmarnir skaptir fyri einum framhaldandi sterkum einstaklingi, sum kann yvirliva í einum sosialum vandasamfelagi, vóru millum niðurstøðurnar hjá danska professaranum í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen.

Politiskur vilji til íløgur
Eftir ráðstevnuna var prát fingið við danska professaran, og spurdur, hvussu hesi ideal hansara skulu realiserast, vísti hann fyrst og fremst á, at politiskt signal og vilji krevst at gera íløgur í tey starvsfólk, sum arbeiða við børnum.
- Um tey ideal, eg nevndi í fyrilestrinum, skulu fullførast, mugu vit skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri tey, sum starvast millum børn. Sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar, lærarir, sálarfrøðingar o.s.fr. mugu hava neyðuga grundarlagið at virka á, tí hesi fólk hava størri og størri leiklut í samfelagnum, segði Per Schultz Jørgensen.
Heitið á fyrilestrinum var eisini høvuðsboðskapur sálarfrøðingsins, sum hann í viðtaluni eftir ráðstevnuna endurtók.
- Det er så vigtigt, at et barn i hvert fald har en voksen til hver hånd...!