"Granskingin skal raðfestast"

Grein av Anniku Olsen í Dimmu 10. desember og Sosialinum 11. desember 2004.

Dorete Bloch
Savnsstjóri, fil.dr., professari


Annika Olsen skal hava tøkk fyri eina grein í bløðunum fyrst í desember mánað 2004 um, at granskingin skal raðfestast. Tað er gott at síggja, at politikarar vísa áhuga fyri tí vísindaliga umhvørvinum og tí gransking, ið kemur burturúr hesum. Eisini at politikarar meina, at granskingin fær ov lítið av pengum. Harafturat er tað eisini fínt at ávísa ta ávirkan, tað hevur, um fleiri stovnar liggja nærhendis hvørjum øðrum.
Annika Olsen dregur serstakliga tann serkunnleikan og tað vitanartilfeingið fram, ið liggur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Tað er eisini rætt, men her kann eg ikki lata vera við at koma við eini viðmerking, tí tað er ein verð uttanfyri Verona!
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum útinnir bert ein part av tí náttúruvísindaligu granskingini í landinum. Á granskingarstovnum og ikki minst náttúruvísindaligum stovnum finnast fleiri granskarar uttanfyri setrið, uttan tó á nakran hátt at undirmeta setrið. Her hugsi eg um, at stovnar sum t.d. Jarðfrøðisavnið (8 vísindafólk), Fiskirannsóknarstovan (15 vísindafólk), umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni (3 vísindafólk) og Náttúrugripasavnið (5 vísindafólk) rúma næstan tríggja ferðir fleiri náttúruvísindaligar granskarar enn setrið (12 vísindafolk á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum). Samstundis eru granskararnir uttanfyri setrið ikki í so stóran mun tengdir at undirvísing, sum teir innanfyri og hava sostatt betri tíð at granska. Harafturat koma so eisini stovnar sum Fornminnasavnið og Granskingardepilin í Klaksvík, ið granska í evnum, ið setrið ikki nemir stórliga við.
Verður bert hugt at granskingini innan fyri lívfrøði, er myndin enn klárari. Her hevur setrið 1 lívfrøðing, meðan Fiskirannsóknarstovan, Náttúrugripasavnið og umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava ávikavist 9, 5 og 3 = 17 lívfrøðingar, og av hesum arbeiða bert 4 av lívfrøðingunum við náttúruni á landi (á Náttúrugripasavninum), meðan hini 13 meira ella minni arbeiða fulla tíð við tilfeinginum í sjónum. Hesi tølini kunnu lesast á heimasíðunum hjá teimum ymiskum stovnunum.
Í staðin fyri at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur við síðuna av miðnámsskúlanum, hevði tað kanska verið ein enn størri saltvatnsinnspræning at flutt allar granskingarstovnar fysisk saman á einum passandi stað fyri á tann hátt at skapað eitt granskingar- og lestrarumhvørvi, ið bæði humanistar, búskaparfrøðingar og náttúruvísindafólk og ikki minst studentarnir kunnu njóta gott av.