Andrew: Tað er ikki heima enn

Venjarin hjá EB/Streymi harmast um, at ov nógvir av hansara monnum høvdu ein ringan dag.

Effodeildin: HB-veteranurin, Andrew av Fløtum fegnaðist um tvey í einum trivaligum 4-0 sigri á EB/Streymi í dag. Andrew helt, at HB spæld i EB/Streym væl í dag. Kortini ávarar hann ímóti, at fólk kanna sær meistaraheitið, tí liðið hevur eina strævna skrá. Fyrst við einum útidysti á Argjum mikukvøldið, og so aftur við einum dysti ímóti 07 Vestur í Gundadali komandi sunnudag.

 

Rúni Nolsøe, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi harmast um, at alt ov nógvir av hansara monnum ikki raktu dagin. Hann helt fyri á Rás2, at tað mótbrekkan gjørdist brøtt, longu við 2-0 málið hjá HB.

 

Uppiyvir myndini ber til at hoyra eina samrøðurnar Rólant Waag Dam gjørdi við Andrew av Fløtum og Rúna Nolsøe aftaná dystin í Gundadali.