Á jólatræshaldinum við kommunuskrivstovuna á Toftum leygardagin hin 29. november klokkan 15 fer Andrias Magnussen at halda røðu, og tað verður eisini hann, sum fer at tendra jólatræið.
Á haldinum fer hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag at luttaka, og sjálvandi fáa børnini jólapakkar frá jólamonnunum.
Tá hesin parturin av haldinum er liðugur, verður bjóðað til kakao, kaffi, te og bollar í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.
Klokkan 16.30 henda dagin verður eisini ein hugnalig sangløta í Fríðrikskirkjuni.
Tey luttakandi á sangløtuni verða Kirkjukórið, Streingjakórið, Ungdómskórið í Nebo, Jóhanna Sámalsdóttir, Magni Christiansen og Menninir í Undirhúsinum.
##med2##
- Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til haldið við kommunuskrivstovuna, kakao og bollar í kirkjukjallaranum - og til sangløtuna í Fríðrikskirkjuni, siga tey í Nes kommunu í dag.











