Fleiri enn 1.100 vilja uppliva Kim og symfoniorkestrið

Sølan til stórslignu konsertirnar við Kim Hansen og Føroya Symfoniorkestri gongur væl

 

Men, enn ber til at tryggja sær atgongumerki til konsertina, sum verður fríggjakvøldið hin 6. februar Norðurlandahúsinum.

 

- Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminni. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt - Ein Country og Western Sang, Meistarin, Maria, So ísakøld, Árarnir inn, Barnalyndi og allir hinir slagararnir eru settir á skrá saman við symfoniorkestrinum.

 

Neyvan verður tað vakrari.

 

- Til serstøku konsertina fær Kim eisini vitjan av Lenu Anderssen, Jens Marna Hansen, og MC Restorff.

 

Verkætlanin byrjaði í 2024, og konsertirnar verða spældar 6. og 7. februar 2026. 

 

- Eitt tætt og hugagott samstarv hevur verið millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu.

 

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Magnus hevur skrivað fyri bigband, men hevur seinni árini lagt seg eftir at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt nú til Marius Ziska-konsertirnar í 2023 og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini Við Tjarnir.

 

- Atgongumerki kunnu nú keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, siga tey í Føroya Symfoniorkestri í tíðindaskrivi í dag.