Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu hóskvøldið dyst á útivølli móti Eskilstuna United í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Piteå hevði líka nógvar málmøguleikar sum heimaliðið, men tað var Eskilstuna, ið dugdi at gagnnýta sínar málmøguleikar, og vann heimaliðið dystin 2-0 upp á tvey mál, ið vóru skotin fyrstu 27 minuttirnar av dystinum.
Piteå er nummar sjey í deildini við 13 stigum. Tær hava fimm stig upp til Malmö FF, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til undankappingardystir í Champions League komandi kappingarár.
Komandi hósdag klokkan 17 hevur Piteå dyst á heimavølli móti oddaliðnum, Hammarby.










