Samráðingarnar millum USA og Iran, sum skuldu fara fram í Sveis fríggjadagin, eru avlýstar.
Tað upplýsir uttanríkisráðið í Sveis sambært Reuters.
Boðini koma fáar tímar eftir, at Hvítu Húsini upplýstu, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevði útsett ferð sína til Sveis.
Eitt talsfólk hjá Hvítu Húsunum segði sambært AFP, at ferðin ikki verður framd fyribils.
– Logistikkurin kring hesar samráðingar hevur ongantíð verið einfaldur ella greiður. Vit vóna at kunna byrja tær teknisku samráðingarnar skjótast gjørligt, segði talsfólkið.
Sambært CNN fara Hvítu Húsini at geva nýggj boð, tá greiðari mynd er av støðuni.
Sunnudagin samdust USA og Iran um eina rammuavtalu, eitt sokallað Memorandum of Understanding (MoU), sum skuldi undirskrivast í Sveis í dag. Tað upplýsti pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, sum hevur verið semingsmaður í stríðnum.
Fyrr í vikuni skrivaðu bæði amerikanski forsetin, Donald Trump, og iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, undir rammuavtaluna. Hon skuldi vera byrjanin upp á eitt 60 dagar langt samráðingarskeið, har millum annað iranska uranætlanin skuldi umrøðast.
Donald Trump hevur sagt, at málið er at forða Iran í at menna kjarnorkuvápn.
Kríggið millum USA, Ísrael og Iran byrjaði 28. februar.
/ritzau/










