Løgreglan leitar eftir einum Suzuki Grand Vitara, sum hvarv í Havn í gjár

Løgreglan leitar eftir einum bili

DAGFØRING kl 9:52: Løgreglan boðar frá, at bilurin er afturkomin. Greitt var tó ikki, um hann var stolin, ella um onkur hevði "lænt" bilin uttan at siga frá.

Løgreglan leitar eftir einum Suzuki Grand Vitara, sum hvarv í Havn í gjár

Um 17 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum manni í Havn um, at bilurin hjá honum var horvin. Hann helt í fyrstu atløgu, at konan kanska var farin við bilinum, men tað vísti seg, at tað var hon ikki. Tí er helst talan um brúksstuldur, sigur løgreglan.

Talan er um ein bláa Suzuki Vitara frá 2004. Nummarplátan er TA 429.

– Um fólk síggja bili, sigið so endiliga løgregluni frá, eru boðini frá vaktleiðaranum.

Hann leggur afturat, at talan kann vera um "legal viðurskifti", men at eigurin sigur seg ikki hava lænt nøkrum bilin, sigur vaktleiðarin.

 

 

Løgreglan leitar eftir einum Suzuki Grand Vitara, sum hvarv í Havn í gjár