Ein 44 ára gamal lærari er ikki funnin aftur aftan á vanlukkuna, tá ein bátur við 13 næmingum og tveimum lærarum á einum eftirskúla holvdist á Præstø-fjørðinum um middagsleitið í dag.
Bjargingarliðini hava bjargað øllum næmingunum og øðrum læraranum, og øll eru flutt á sjúkrahús ymsastaðni á Sælandi. Sambært løgregluni eru nøkur flutt á Ríkissjúkrahúsið, og sum skilst er støða teirra hættislig, tí tey vóru kølnað nógv, áðrenn tey vórðu funnin og fingin upp av sjónum.
-Summi høvdu vitið, men fleiri vóru lívleys. Tað bleiv alt fyri eitt roynt at fáa lív í tey, og tað arbeiðið helt so fram á sjúkrahúsunum, sigur Jens Frederiksen hjá løgregluni við TV2.
Báturin við næmingunum og lærarunum var ein lítlan fjórðing úr landi, tá hann holvdist.