Komandi tvær vikurnar er Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, burturstaddur, og tí er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í hansara stað.
Annika Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Hon er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóðveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.
- Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.