Tað er vorðið siðvenja við felagssangi leygarkvöldið á G! og í ár hava fyriskipararnir av G! fingið Anniku Hoydal og hennara vælsvingandi harkalið av fólkatónleikarum at skapa stemning, hugna og felagssang.
Bólkurin hjá Anniku telur m.a. Jógvan Dahl, ið eisini spældi saman við Anniku í Harkaliðnum, og so teir báðar ungu í hesum høpinum, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.
Og tað er lítið at ivast í, at Annika og bólkurin fer at fáa føroysk sanghjørtu at odna tá tey tríva í katalogið av fólkaogn, sum Annika eftirhondini hevur gjørt kenda. Nevnast kunnu ?Aldan?, ?Ólavur Riddararós?, ?Í Dans?, ?Eitt kvøldið so síðla? og aðrar perlur frá tíðini í Harkaliðnum og frá soloútgávunum hjá Anniku. Sangirnir hjá Anniku Hoydal eru nevniliga ikki bert hennara ogn ? teir eru fólkaogn, og fevna um barnasangir, kabarettsangir og vakrar sangir, ofta sum hon og beiggi hennara, Gunnar Hoydal, hava gjørt lag og orð til.
Onnur nøvn á skránni leygardagin á G! í ár eru m.a. Nephew, Afenginn, Hallur Joensen og ein stór barnaskrá.