Arbeiðsgevarar almannakunngerast á internetinum fyri at bróta sáttmálan

Føroya Arbeiðarafelag hevur nú samtykt, at arbeiðsgevarar, sum bróta sáttmálan, skulu almannakunngerast á internetinum

Hereftir skulu nøvnini á arbeiðsgevarum, sum bróta sáttmálarnar við Føroya Arbeiðarafelag, almannakunngerast á internetinum.

Tað samtykti aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.

Á fundinum kom fram, at Føroya Arbeiðarafelag hevði fleiri dømi um, at ásetingarnar í sáttmálanum ikki verða hildnir.

- Felagið arbeiðir við fleiri málum, har arbeiðsfólk eru uppsøgd ímóti ásetingum í sáttmálanum.

Men felagið hevur eisini onnur mál, har tey siga, at arbeiðsgevarar ikki halda sínar skyldur, men bróta sáttmálarnar.

Tí hava tey nú samtykt, at hereftir skulu nøvnini á teimum arbeiðsgevarum, sum ikki halda sínar skyldur, rætt og slætt almannakunngerast á internetinum.

Ingeborg Vinther upplýsir, at tað serliga eru álitisfólk og trygdarumboð, sum eru í vanda fyri at verða uppsøgd og í Føroya Arbeiðarafelag halda tey, at tað er ikki annað enn rætt og rímiligt, at arbeiðsgevarar, sum siga álitisfólkum og trygdarumboðum upp ólógliga, verða nevndir á internetinum.

Talan kann eisini vera um arbeiðsgevarar, sum ikki betala løn til tíðina.

Talan kann vera um uppsagnarløn, sum arbeiðsgevarin ikki vil betala, men talan er eisini um mál, har arbeiðsgevarar ikki vilja betala frítíðarløn og prosentgjøldini til fakfelagið.

Hon sigur eisini, at felagið hevur fleiri sakarmál, har álitisfólk og trygdarumboð eru uppsøgd, men tey hava eisini sakarmál, har arbeiðsgevarar um onnur brot á sáttmálanum.

Í nógvum førum enda málini við semju, har arbeiðsgevarin at enda betalir tað, hann skyldar.

Samstundis ásannar Ingeborg Vinther, at tíverri vísir tað seg so, at tá ið tíðirnar versna, og fleiri gerast arbeiðsleys, tora nógv ikki at gera vart við seg, um alt ikki er í lagi á arbeiðsplássinum, tí tey óttast fyri at missa tey arbeiðið.