Arbeiðsloysið í Føroyum heldur fram at minka.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í apríl var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av arbeiðsleysum, 837 fólk og ta svarar til 3,1 prosent av allariarbeiðsstyrkini.
Tað eru 44 færri enn mánaðin frammanundan. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,3 prosent og hjá kvinnum var tað 4,0 prosent.
Samanborið við apríl í fjør er størsta minkingin hjá monnum, har 131 færri eru arbeiðsleysir nú, men tað eru 109 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar nú enn fyri einum ári síðani.
Í apríl vóru 338 menn arbeiðsleysir og 501 kvinnur.
Fyri einum ári síðani var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið, fýra prosent.
Í árstíðarjavnaðum tølum, er lagt upp fyri afturvendandi sveigginum í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í ítøkiligum tølum, er arbeiðsloysið beint nú, eitt sindur størri. Tølini vísa, at í apríl í ár, vóru 879 fólk arbeiðsleys í Føroyum, tað eru 3,2 prosent av arbeiðsstyrkini.
Fyri einum ári síðani vóru 1.132 fólk arbeiðsleys, ella 4,2 prosent.
Men síðani hendan uppgerðin varð gjørd, er arbeiðsloysið fallið enn meiri. Ein uppgerð hjá Als vísir, at í dag eru704 fólk arbeiðsleys , 420 kvinnur og 284 menn
Fyri tey ymsu økini í landinum, er arbeiðsloysið hetta:
Suðuroy, 85
Sandoy, 19
Suðurstreymoy, 298
Norðurstreymoy, 57
Vágar, 38
Eysturoy, 129
Norðoyggjar, 74