Ukraina hevur rakt enn eina russiska oljugoymslu

Russiski guvernørurin á hertiknu Krim-hálvoynni sigur, at fýra fólk eru dripin í býnum, Kertsj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttar á Telegram, at ukrainski herurin í nátt hevur framt fleiri álop á Russland.

Sambært forsetanum er ein oljugoymsla í Kertsj á Krim-hálvoynni rakt, umframt ein logistikmiðstøð í russisku Krasnodar-regiónini.

 

Russiski guvernørurin á Krim sigur, at fýra fólk eru dripin í Kertsj.

 

Sambært lokalum myndugleikum í Krasnodar, sum Reuters endurgevur, hevur eitt fólk eisini latið lív í Krasnodar.

 

Á hinari síðuni hava russar dripið trý fólk í álopum í eystara parti av Ukraina í nátt.

 

Lokalir ukrainskir myndugleikar siga, at russisku álopini vórðu vend móti regiónunum, Dnipropetrovsk og Poltava.

 

Umframt tey, sum lótu lív í eystara parti av Ukraina, fingu fleiri enn 20 fólk løstir í russisku álopunum.

 

Í nátt hava russar eisini lopið á Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina, og her er ein bygningurin í 12 hæddum raktur. 

 

Borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, skrivar á Telegram, at tað vóru tvær tær ovastu hæddirnar í bygninginum, sum vórðu raktar í álopinum.

 

- Bygningurin verður nú kannaður, men higartil er einki frætt um, at nakar hevur fingið løstir, skrivar borgarstjórin í Kharkiv á Telegram.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Á kortinum sæst, hvar býurin Kertsj - ella Kerch - á Krim-hálvoynni liggur