Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at brunaserfrøðingurin hjá løgregluni var á staðnum gjáramorgunin og kundi staðfesta, at eldur var komin í av mannaávum. Niðurstøðan var, at okkurt menniskja hevur forvolt eldin – um ikki við vilja, so av ósketni.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at ta vísti seg, at nakrir ungir dreingir, undir 15 ára aldur, høvdu verið í neystinum og høvdu spælt við eld.
Teir hildu seg hava sløkt alt, áðrenn teir fóru, men okkurt bendir á, at alt ikki var slóknað.
– Men dreingirnir vóru so mikið raskir, at teir tóku sjálvir ábyrgd og søgdu foreldrum sínum frá, hvat teir høvdu gjørt, sigur vaktleiðarin, sum heldur tað vera góðan ungdóm, sum soleiðis tekur ábyrgd av sínum gerðum.
– Hóast teir gjørdu nakað, sum teir ikki skuldu havt gjørt, so tóku teir ábyrgd, sigur vaktleiðarin.
Av tí at dreingirnir eru undir 15 ár, so verða teir ikki revsaðir.
Sambært vaktleiðaranum var talan um eitt gamalt neyst, og har var ikki so nógv sum hevði virði í neystinum – og eingin bátur var inni.










