ARD ger film um Føroyar

(Ljóðsamrøða) Stóra týska sjónvarpsstøðin, ARD hevur vitjað Føroyar seinastu vikurnar

ARD, sum er millum tær størstu sjónvarpsstøðirnar í Týsklandi fer at senda ein dokumentarfilm um Føroyar seinast í august, ella fyrst í september.

 

Í gjárakvøldið fekk in.fo/Rás2 orðið á Lars Fischer, sum er framleiðari. Lars Fischer greiðir frá, at teir hava ferðast kring alt landið fyri at lýsa bæði mentanina, nátúruna og fólkið. Teir hava eisini givið sær tíð at lýsa báðar síðurnar av grindadrápinum, bæði tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti grindadrápinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum vit gjørdu við Lars Fischer í gjárakvøldið.