Argentina í undantaksstøðu

Seks fólk hava latið lív í ófriði í Argentina, har fólk mótmæla búskaparpolitikkinum hjá stjórnini

 

Stjórnin hjá Oscar de la Rua, forseta hevur lýst Argentina í undantaksstøðu fyri at fáa tamarhald á ófriðinum, sum hevur verið í Buenos Aires og fleiri øðrum býum seinastu dagarnar.

Fólk í túsundatali hava gingið mótmælisgongu í gøtunum, eftir at stjórnin lýsti undantaksstøðuna. Frammanundan høvdu fólk rænt fleiri matvøruhandlar og aðrar handlar. Løgreglan legði uppí við táragassi, og sambært myndugleikunum doyði ein 15 ára gamal drongur í samanbrestunum. Aðrastaðni doyðu fimm fólk, tá tey vóru í ferð við at ræna handlar.

Búskaparligu viðurskiftini í Argentina eru sera vánalig. Landið skyldar meira enn 130 milliardir dollarar uttanlands, og stjórnin hevur sett sær fyri at halda avtalurnar um at rinda skuldina. Tað hevur borið í sær, at stjórnin hevur verið noydd at tátta búskaparpolitikkin nógv, og tað hevur elvt til ófrið.

Fakfeløgini hava skipað fyri aðalverkfalli fleiri ferðir, og tey hava eisini boðað frá aðalverkfalli um vikuskiftið.

Tey harðligu mótmælini hava fingið stjórnina at rilla, og í gjár boðaði fíggjarmálaráðharrin frá, at hann leggur frá sær.