Argir 197 ½ ár

Ver góð við bygdarhjartað, TK! Farleiðin út á Argjaboða

 

Í 2028 verða Argir sum niðursetubygd 200 ár. Helst hevur kommunan ætlanir um at fáa  farleiðina út á Argjaboða avgreidda fyri ta tíð.

 

Ymisk uppskot hava verið frammi. Sera varliga má farast fram, tí økið oman fyri støðna (kring minnisvarðan) er søguliga staðið, har spitalskusjúkrahúsið stóð beint heiman fyri Mataránna.

 

Trý av elstu húsunum á Argjum standa framvegis har, tvey hús beint niðan fyri vegin, niðri í støðni, og eitt hús beint oman fyri vegin við minnisvarðan (Argjavegur 9).

 

Grevsturin (kirkjugarðurin) er beint oman fyri minnisvarðan.

 

Húsini (Argjavegur 9) eru vorðin sera snøgg, og skulu tey sum skilst varðveitast í upprunasniði.

 

Niðan fyri tey stendur eitt úthús (hoyggjhús), beint niðan fyri vegin. Tað húsið er ikki serliga gamalt ella forkunnugt, men helst stendur tað á sjálvari fjósgrundini, sum var partur av spitalskuhospitalinum.

 

Veit ikki heilt, hvat Tórshavnar kommuna ætlar við farleiðini út á Argjaboða, men gott í tykkum, hugsið um handan søguliga, forkunnuga partin av Argja bygd!

 

Møguliga áttu vit partvíst at endurskapað søguliga umhvørvið við Mataránna og minnisvarðan!? 

 

E.S.: Argja kirkja: Verður hon liðug, tá bygdin fyllir 200 ár í 2028? 

 

Blíðan byr, men minnist til, at á Argjum MÁ grót vera partur av kirkjuverkætlanini!

 

Við argjakvøðu

Eyðun á Borg